Staðfest strategisk kós

Fólkið. Málið. Búskapurin.

Føroyar skulu vera eitt undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð við ábyrgd gagnnýtir vitlíki til at styrkja fólkið, málið og búskapin.

3 + 1 bygnaðurin

Trý mál. Ein felags grundvøllur.

Fólkið, Málið og Búskapurin eru úrslitini, sum ætlanin skal skapa. Grundvøllurin er tað, sum skal vera upp á pláss, fyri at vit kunnu flyta okkum trygt og samanhangandi.

Tríggjar myndir av fólki, føroyskum máli og búskapi standa á einum felags grundvølli við stýring, rættindum, dátum, trygd og altjóða samstarvi.
Tey trý strategisku málini

Vitlíki skal styrkja tað, sum hevur virði.

Yvirskriftirnar eru staðfestar. Neyva orðingin av málum, átøkum og máting er enn arbeiðstilfar og verður dagførd, so hvørt sum heildarætlanin verður samanskrivað.

Fólk læra, samstarva og taka avgerðir við vitlíki sum stuðlandi amboði.
Strategiskt mál 01

Fólkið

Førleikar, læring, arbeiðslív, vælferð, rættindi og menniskjalig ábyrgd. Vitlíki skal vera eitt amboð, sum styrkir tað, fólk og fakfólk megna.

Føroyskt mál, rødd, bøkur og talgild skriviamboð.
Strategiskt mál 02

Málið

Føroyskt skal vera eitt livandi arbeiðs-, mentanar- og tøknimál. Føroysk málamboð og føroyskt máltilfar eru fortreytir fyri javnbjóðis atgongd.

Fólk í vinnu og almennum tænastum skapa virði við praktiskum talgildum amboðum.
Strategiskt mál 03

Búskapurin

Virðisskapan, produktivitetur, nýskapan og kappingarføri. Vit skulu flyta okkum frá áhuga til royndir, máta virðið og skala tað, sum riggar.

Undangonguland á føroyskum treytum

Smæðin er ein fyrimunur, um vit brúka hana.

Ambitiónin er ikki at menna alla tøkni sjálv. Hon er at sameina dirvi, pragmatikk, ábyrgd og altjóða samstarv í skjótari og skilagóðari verkseting.

  1. Samskipa skjótt tvørtur um geirar og stovnar.
  2. Taka greiðar avgerðir um tørv, ábyrgd og mørk.
  3. Royna loysnir í avmarkaðum og stýrdum skala.
  4. Máta úrslit og skala tað, sum riggar.
Greið støða

Hetta vita vit. Hetta arbeiða vit við.

Strategiin skal vera álítandi, eisini meðan hon verður gjørd. Tí skilja vit millum staðfest arbeiðsgrundarlag og tað, sum krevur meira arbeiði ella politiska viðgerð.

Staðfest

Felags kósin

  • Visjónin og ambitiónin um eitt undangonguland
  • Fólkið, Málið og Búskapurin sum trý strategisk mál
  • Grundvøllurin sum felags fortreyt undir málunum
  • Ábyrgd, mátaðar royndir og altjóða samstarv sum arbeiðsháttur
Í menning

Frá kós til verkseting

  • Endalig orðing av málum og raðfesting av átøkum
  • Ábyrgd, samstarvspartar og stýring
  • Fígging og tíðarætlan
  • Málbar úrslit, uppfylging og politiskar avgerðir

Fylg arbeiðinum, meðan ætlanin tekur skap.

Vit dagføra síðuna, tá kós, átøk og avgerðir verða neyvari. Seinasta støðulýsingin greiðir frá, hvar arbeiðið stendur nú.

Les støðulýsingina

Útgivið av Talgildu Føroyum. Staðfest arbeiðsgrundarlag: 6. august 2026. Síðan dagførd 13. august 2026. Keldugrundarlag: staðfesta visjónin og arbeiðsnotur til Vitlíkisheildarætlanina.